top of page
Writer's picturefaroedive

Gasslógin hjá Boyle

Robert Boyle

Robert Boyle varð føddur 25. januar 1627 í Írlandi. Hann var barn nummar 14 sykinaflokkinum. Foreldur hansara vóru fíggjarliga væl fyri og legði pápin dent á at drongurin og seinni ungi maðurin fekk atgongd til undirvísing á høgum støði. Robert yngri fekk nógv av skafti. Tá hann var 8 ár byrjaði hann sín lestur á Eton í Onglandi. Tað var skjótt greitt at drongurin var skilagóður og námur. Sum vaksin fekk Robert Boyle nógv av skafti innan fleiri vísindagreinar. Hann er eisini kendur fyri at hava sett á stovn Royal Society. Serliga er hann kendur innan evnafrøðina har hann arbeiddi við gassum. Í dag kenna vit best Robert Boyle, innan kavingina fyri hansara gasslóg, ið eisini ber navn hasara. Robert Boyle andaðist 31. decembur 1691 bert 64 ára gamal.


Gasslógin hjá Boyle

Gasslógin hjá Boyle sigur at tá hitin ein ávís gassmongd hevur, í einum avmarkaðum rúmi, er konstant, vil rúmdin og trýsti á gassini verða øvugtproportional.



Frymil

Hetta merkir at um vit skriva frymilin har P umboðar trýst og V umboðar rúmd vil frymilin vera P x V = K . Um talan er um somu gass í sama avmarkaða rúmi/ílati kunnu vit skriva frymilin fyri gassina í tveimum ymiskum støðum: P1 x V1 = K = P2 x V2 . Tá báðir frymlarnir geva sama konstant dettur hesin burtur og vit kunnu seta frymlarnar yvirav hvørjum øðrum soleiðis P1 x V1 = P2 x V2


Stutt filmsbrot um gasslógina hjá Boyle



Hvussu kunnu vit brúka lógina (roknidømi)



Lógin hjá Boyle í kavingini

Í kavingini brúka vit gasslógina hjá boyle serliga í samband við at rokna rúmdina hjá einum lokaðum lyftibjølgi, ið flytir seg frá einum dýpið til eitt annað.. Av tí at rúmdin broytist tá trýstið broytist vil hendan boytingin hava stóra ávirkan á lyftievnið (floti) hjá einum lyftibjølgi.. Tá lyftievni verður funni brúka vit lógina hjá Boyle í samstarvi við lógina hjá Arkimedes..

19 views0 comments

Comments


bottom of page